Húsið

Leiga av húsinum

Møguligt er at leiga húsið til ymiskt.

 

Reglugerð fyri húsið hjá Bygdar- og Ungmannafelagnum Súlan í Mykinesi.

 

Reglugerð fyri leigu av húsinum.

 

Ætlanin er, at so nógv sum tilber kunnu fáa nyttu av húsinum, um felagið sjávt ikki hevur nøkur tiltøk í húsinum, so kann húsið verða leiga øðrum, tvs persónum ella feløgum.

 

•Fyrsta rætt at leiga húsið hava limir felagsins.

•Húsið skal ikki nýtast til yvirnátting.

•Møguleiki er at gera minni rættir í húsinum.

•Ongin borðbúnaður skal út úr húsinum.

•Nevndin í felagnum ásetir leigugjaldið, sum fyribils er ásett til kr. 2000 um døgnið. Vasking kr. 500, sum verður lagt aftrat leiguprísinum.

•Leigugjaldið skal flytast felagnum í seinasta lagi 10 dagar eftir bílegging, og altíð í seinasta lagi 5 dagar undan at leigutíðin byrjar. Um bílegging fer fram minni enn 10 dagar áðrenn leiðutíðin byrjar, so skal leigugjaldið gjaldast beinavegin.

•Leigutíðin verður roknað soleiðis, at leiðarin tekur við húsinum innkomudagin kl 11.00 og skal vera farin úr húsinum í seinasta lagi kl 10.00 tann dagin leigumálið endar.

 

Húsareglur:

 

•Leigari skal fara væl um húsini, sum skulu latast aftur í sama standi, sum tá leigari tók við húsinum.

•Leigarin skal endurgjalda útleigara fyri møguligar skaðar, sum henda á húsini ella innbúgv í leigutíðini.

•Tað er ikki loyvt at roykja í húsinum.

•Leigari skal vísa góðan húsasið

•Rusk skal leigarin beina burtur á ruskplássinum í bygdini.

 

Endurskoðan

•Nevndin endurskoðar hesa húsareglugerð eina ferð árliga.

 

Copyright @ All Rights Reserved

Húsið er útleiga hesa dagar:

Frá 22 Juli 2017 kl 12

til 23 Juli 2017 kl 10

 

 

Fyrispurningar um leigu av húsinum, vinaliga brúka niðanfyri kontakt møguleika, ella við at ringja +298 278139

 
 
 

Húsið er væl egna til ymisk endamál:

 

- Framsýningar

- Nevndarfundir

- Skeiðir

- Føroyskan dans

 

Útgerð

- Internet

- Ljóðanlegg við 2 stk, mikrofonum

- Flatskýggi

- Steintoy til 50 fólk

 

Ein hugnaligur eindagstúrur úti í Mykinesi.

Í mars vóru hesi ein eindagstúr úti í Mykinesi, farið var við tyrluni kl 10 og gingu tey túrar. Eftir tað leigaðu tey Dansistovuna til at eta matpakka og hugna sær inni, í nýumvælda húsinum hjá Bygdarfelagnum.

Tey lata heilsa eitt vælegna hús til eitthvørt tiltak