Reglugerð

Reglugerð fyri Bygdar- og ungmannafelagið SÚLAN Endurstovna 09.10.2005

 

§ 1. Navn felagsins er Bygdar- og ungmannafelagið Súlan og heimstaður tess er Mykines.

 

§ 2. Endamál felagsins er at fyriskipa tiltøk, ið kunnu bøta um trivnaðin. Koma við hugskotum um, hvussu vit i felag kunnu var veita eitt vakurt umhvørvi i bygdini.

 

§ 3. Felagið er ópolitiskt.

 

§ 4. Øll áhuga: Persónar, feløg, samkomur, virkir og fyritøkur kunnu gerast limir.

 

§ 5. Felagið verður stýrt av eini 5 manna nevnd, ið skipar seg sjálv við: Formanni, næstformanni, kassameistara, og skrivara, og 2 tiltakslimum.

 

Valtíðin er 2 ár, tó soleiðis at 2 nevndarlimir standa fyri vali annaðhvørt ár.

 

§ 6. Roknskaparárið er: frá l januar til 31 desembur.

 

Til at grannskoða roknskapin verður 1 grannskoðari valdur a aðalfundinum.

 

§ 7. Aðalfundurin er hægsti mynduleiki felagsins. Árligi aðalfundurin verður hildin i juli mánað.

 

Aðalfundur og eykaaðalfundur skulu skrivliga kunngerast í Kunningartalvuni i Mykinesi 10 dagar áðrenn aðalfundin.

Nevndin boðar til aðalfund.

 

Formaðurin, eitt fleirtal av nevndini ella 2/3 av limum felagsins kunnað boða til aðalfundar.

 

Øll sum hava goldið limagjald kunnu luttaka á fundinum. Bert limir ið hava goldið limagjald i rokniskaparáriðnum hava atkvøðurætt.

 

§ 8. Fundarskrá fyri aðalfundin:

 

l. Val av fundarstjóra.

2. Val av skrivara.

3. Formaðurin greiðir frá virki felagsins i farna ári.

4. Grannskoðaður roknskapur verður lagdur fram

til góðkenningar.

5. Viðgerð av innkomnum málum.

6. Val av nevnd og tiltakslimir.

7. Val av grannskoðara.

8. Ymiskt.

 

 

§ 9. Uppskot sum skulu viðgerast á aðalfundinum skulu vera nevndini í hendi á minsta lagi 14 dagar fráboðaða aðalfundin, hetta tí uppskotini skulu setast á dagsskránna sum serstøk mál.

 

§ 10. Limagjald verður áset á aðalfundinum.

 

§ 11. Felagið verður teknað av formanninum og einum nevndarlimi.

 

§ 12. Um felagið verður niðurlagt, verður ogn fe1agsins latin til viðlikahald av minnisvarðanum.

 

Fyri at avtaka felagið, krevst at 2/3 av øllum limum eru samdir um tað. Hetta gerst skrivliga á aðalfundi, ið er fráboðaður til endamálið.

 

Viðtøkur einmælt samtyktar á eykaaðalfundi í Skúlanum í Mykinesi tann 26 juli 2006.

Copyright @ All Rights Reserved