Bókaframløga við Janus Mohr í Mykinesi - Myndir
23-11-2018
Ein søguligur dagur úti í Mykinesi í gjár. Janus Mohr kom út í Mykines at framleggja bók sína : SÚLAN ER GÓÐ Fyrsta bókaframløga nakrantíð í Mykinesi.
Janus hevur altíð havt eitt serligt tilknýti til Mykines, har hann hevur ættarbond. Í hesi bókini eru savnaðar søgur og minnisbrot hjá mykinesfólki, sum Janus Mohr hevur fest á band í tíðarskeiðnum1964-1967 og aftur í 1972. Fornur, sum Janus er, so valdi hann at koma í síni føroysku troyggju til henda serstaka dag, sum Hálvdans-Lisa (f.1881 d.1980) hevur bundið til hann, tá ið hon var um 90 ára gomul. Hendan troyggjan hevur fylgt honum gjøgnum alt lívið, og sigur hann at í hesu troyggu kann onki henda honum. Í sínu framløgu nevndi hann at hann kundi koyra gjøgnum stórkava á Oyggjarvegnum millum Kvívik og Havnina, tá hann gjørdi sendingar úr Kvívik í síni tíð, sigla um Mykinesfjørð í ringasta veðri í hesu troyggju - og nevndi hann, at sjálvandi var Kjeldu-Jákup skipari á Súluni.
Nógv er at lesa í bókini - SÚLAN ER GÓÐ. Vit í vestastu oyggj er sera glað fyri at Janus valdi at leggja fram hesa bók úti í Mykinesi. Ein sera hugnalig løta har 20 fólk vóru savnaði til framløguna.
Myndir: Eli M. Jákupsson
Copyright @ All Rights Reserved