28-01-2017\\ Súluveitslan 2017
Í 1940 komu foreldrini hjá Øssur Nielsen út í Mykines, pápi Øssur, Jákup Nielsen skuldi arbeiða úti í hólminum sum assistentur.
Vit hava heitt á Øss um at koma at tosa eitt sindur um hesa tíðina, hann var í Mykinesi.
Øssur greiddi frá hvussu tað var undur seinna heimsbardaga, og hvussu tað var at vera smádrongur, og um upplivingina, tá flogálop var gjørt á Hólmin, fyrru ferð 1941 við 22 mm maskinbyrsu.
Seinna álopi í 1942 var við bumbum, tann eina bumban, sum bleiv slept, fór so djúpt áðrenn hon brast, at tað hendi ikki nakra stórvegis skaði, uttan eitt stórt moldrok sum stóð himmalhøgt, hin bumban brast ikki.
Eisini greiddi hann frá, tá hann sum 14 ára gamal fór til skips og seinni í smiðjulæru og á maskinskúla.
Øssur segði eisini frá, tá hann var saman við Jógvan Elias, sum var 1 meistari við Stella Argus. Í hesum sambandi greiddi hann frá eini hending, tá Thór 2 bleiv torpederaður, Jógvan Elias hevði fingið at vita frá konu síni, sum hevði droymt, at um hann hoyrdi nakað óvanligt ljóð í maskini, skuldi hann ikki fara at leita eftir hvar tað kom frá, men sleppa sær alt fyri eitt á dekki. Tað bjargaði honum lívinum. Bert tveir aðrir av manningini blivu bjargaðir.
Vit takka Øssur Nielsen fyri eina sera áhugaverda frásøgn.
28-01-2017\\ Súluveitslan 2017
Petur Jacob Sigvardsen, sum var lærari úti í Mykinesi skúlaárið 1956/57, játtaði eftir á heitan frá fyriskiparanum, at koma vestur at hugleiða um hesa tíðina í Mykinesi.
Hann greiddi frá ferðina vestur við Hamraberg, og hvussu væl Jákup Jacobsen (Keldu Jákup) greiddi honum frá øllum teir sóu á leiðini vestur.
Komin uppá land greiddi hann frá, hvussu væl hann var móttikin av Haldor Joensen, sum tá var bygdarráðsformaður, og Jógvan Abrahamsen, ið var skúlanevndarformaður. Petur Jacob búði hjá Katrinu (Trina) og Hannu.
Hann hugleiddi um skúlan og dagliga arbeiði í bygdini tá, nevnast kunnu fjallgonga, eftir torvi o.a. Eisini blivu nevndar tvær serliga hendingar, sum fóru fram hetta tíðarskeiði. Tann eina hendingin var, tá Heini Handaná og hann fóru eftir einum óðum tarvi, sum mundi gjørt av við Heina, men alt spældi tó væl av.
Hin var ein rættulig vandaferð, tá fleiri mykinesmenn mundu doyð úti, hetta var á eini ferð yvir á Smoguberg við posti og bryllupskjøti, og stormur av útnyrðingivestri við kavarokið og frosti kom á teir.
Petur Jacob hevur nógv ymiskt tilfar liggjandi, sum hann ætlar at geva út í eini bók.
Vit takka Petur Jacob fyri eina sera áhugaverda frásøgn.
Copyright @ All Rights Reserved
Tá liðugt var at rudda í bygdini var fari at grillað pylsur og búffar, ein sera væl eydnaður dagur.
Súluveitslan 2017: Richard við góðum sangið
Richard sang sangin: Nú várið er komið.
Nú várið er komið,
tí glað er mín lund
At aftur eg livi
So vónríka stund.
Allur sangurin liggur á facebooksíðini hjá felaganum, tá hann og Kim spældu hann í dansistovuni, 28 Juli 2016.
Og eisini ber til at hoyra hann við at trýsta á link niðanfyri.
Á Ólavsøku 2016 bleiv dansistovan tikin í brúk.
Vit vilja hervið takka tykkum øllum , sum komu til okkara stóra dag :) Takk til tykkum øll, sum hjálptu til at hesin dagin bleiv so hugnaligur. Ein fantastiskur dagur og eru vit sera rørd og fegin, at vit nú eru komin á mál við hesum snotuliga Bygdarhúsið :) takk til tykkum tónleikara , sum spældi til UG fantastiskur tónleikur :) Vit fingu eisini serstaka vitjan av amerikanska sendiharranum við fylgji :)
Takk fyri stuðulin SP/F Mykines og Hiddenfjord til dagin :) Takk til allar eldsálirnar , sum hava skapa okkara flotta og hugnaliga Bygdarhúsið
Myndirnar hava Vivi Wang og
Eli M. Jákupsson tikið.
Grill dagur úti í Mykinesi 4 Juni 2016