Mynd: Eli M. Jákupsson
Ein søguligur dagur úti í Mykinesi í gjár. Janus Mohr kom út í Mykines at framleggja bók sína : SÚLAN ER GÓÐ Fyrsta bókaframløga nakrantíð í Mykinesi.
Janus hevur altíð havt eitt serligt tilknýti til Mykines, har hann hevur ættarbond. Í hesi bókini eru savnaðar søgur og minnisbrot hjá mykinesfólki, sum Janus Mohr hevur fest.........
Arbeiði uppá tressuna liðugt 8 Juni 2017: Myndir
Ruddingardagur úti í Mykinesi 3 Juni 2017: Myndir
Heimasíðan er í gerð
Heimasíðan hjá Bygdar- og Ungmannafelagnum Súlan er í gerð í løtuni, so vinaliga beri yvir við okkum.
Vit eru eisini á facebook :)
Bygda Og Ungmannafelagið Súlan
Ruddingardagur úti í Mykinesi 4 Juni 2016
Hjartans tøkk fyri tykkara stuðul til hendan fantastiska dag :) Ein gevandi, mennandi sosialur og sólríkur dagur fyri okkum øll her úti.
Takk fyri stuðulin til dagin Sørvágs Kommuna og SP/F Mykines, dagurin var ein ógloymandi løta fyri okkum øll :)
Mynd: Vivi Wang
Hitapumpan sett upp í
Juli 2016
Húsið hjá Bygdarfelagnum verður upphitað við eini hitapumpu. Hitapumpan er keypt frá Hitapumpur.
Pumpan bleiv sett til í Juli 2016.
Egil frá Hitapumpur var úti í Mykinesi og setti pumpuna til, henda fyrsta veturin pumpan hevur veri í nýtslu hevur hitin í húsinum ligið á 16 gradir.
Tað hevur kosta 290 kr/md. at hita húsið teir síðstu 5 mánaðarnar, sum vit halda er bíðligt.
Møguligt er nú at leiga húsið til ymiskt
25-05-2017
Myndir: Súluveitslan 2017
Hjartans tøkk fyri eina hugnaliga veitslu, stuttligt at síggja so nógv fólk til hesa hugnaligu afturvendandi løtu.
Her eru myndir, sum Neinbjørn Nattestad hevur tikið veitslukvøldið, og tær eru vit takksom fyri.
Mynd Neinbjørn Nattestad
Nú skal fyrsti svimjihylur í Føroyum umvælast
23-05-2017
Fyrsti svimjihylur í Føroyum var stoyptur í Mykinesi í 1927 niðan fyri lítla foss í ánni, sum rennur í gjøgnum bygdina . Kendi Lærarin Poul N.Pedersen var sera ítróttarhugaður og setti hetta í verk. Hann helt eisini ítróttarstevnu í Mykinesi.
Kelda : mykines.info
Bygdarfelagið Súlan fer nú undir við stuðli frá Sørvágs Kommunu at stoypa umklæðisrúmið aftur í uppruna stand og umvæla sjálvan svimjihylin .
Svimjihylurin er sera væl vitjaður her í Mykinesi av nógvum børnum hvørt ár .
Vit gleða okkum at fara í gongd og vóna at fáa nógva hjálp til arbeiði :)
Mynd er her av uppruna húsinum í 1927 Mynd : mykines.info og myndir av hvussu tað sær út i dag.
Spennandi verður :)
Nú er møguleiki at leiga húsið hjá Bygdar- og Ungmannafelagnum Súlan í Mykinesi, til ymisk endamál, so sum framsýningar, nevndarfundir, skeiðir, fyrilestrar og mangt annað. Húsið er útgjørt við øllum hentleikum, internet, ljóðanlegg, 65” flatskýggja og steintoy til 50 fólk. Møguleiki er eisini at gera minni rættir í húsinum.
Les meira her
Ung og eldri farin í gongd at umvæla svimjihylin
26-05-2017
Á myndini omanfyri síggja vit Richard og abbasonin trýstspula
Nú er umvælingar arbeiðið uppá fyrsta svimjihyl sum er gjørdur í Føroyum byrja, tað eru eldsálirnar í Bygdar- og Ungmannafelagnum Súlan., sum hava tikið hetta megnar stig at fáa hylin og umráði rundanum gjørt aftur í uppruna stand.
Felagið vil heita øll áhuga, at koma at hjálpa til, so hetta kann blíva ein miðstaður fyri bæði og ung og eldri í Mykinesi.
Fleiri myndir er at síggja á facebook hjá felagnum.
Leygardagin var ruddingardagur úti í Mykines, sum Bygdar – og Ungmannafelagið skipaði fyri, undurtøkan varð sera góð, felagið vil takka øllum fyri tann fantastiska áhugan fyri tiltakinum og gleða okkum, at síggja tykkum aftur seinni í summar, til eitt av okkara tiltøkum úti í Mykinesi.
Vit eru glað fyri dagin og sera hugnaligu løtuna saman gjøgnum dagin :)
Nevnd í Bygdar- og Ungmannafelagnum Súlan takkar fyri stuðulin SP/F Mykines og Sørvágs Kommuna uttan tykkara stuðul var hesin dagur ikki møguligur :)
Sí fleiri myndir her
Myndirnar hava Vivi og Erla tikið
Jóhannus Haraldsen úr Sandavági hevur nú verði úti í Mykinesi og lagt brotflísar á terassuna, uttan fyri Dansistovuna :) Vit eru sera glað fyri hansara arbeiði, sum er væl úr hondum greitt og sera flott :)
Sí fleiri myndir her
Góður sangur: Ólavsøka 2016 tá dansistovan var tikin í brúk.
Copyright @ All Rights Reserved