Um felagið

Bygdar-og ungmannafelagið Súlan


Um felagið

Her er ein stuttur samandráttur av søgu felagsins:

 

Tann 04. feb. í 1945 stovnaðu mykinesfólk ungmannafelag, sum fekk navnið Súlan, teir fyrstu sum mannaðu nevndina vóru:

 

Poul Ellingsgaard, formaður

Benadikt Davidsen, næstformaður

Åge Joensen, kassameistari

Eli Jacobsen, nevndarlimur

Hans Abrahamsen, nevndarlimur

 

Tey fyrstu árini var felagið rættilign virkið, við fundum, veitslum og enntá var eisini sjónleikir leiktir í gomlu dansistovuni.

 

Felagið hevði  eisini eitt limablað, hetta blað var skrivað við hond í bók, og hevði heitið  Ompilin, har skrivaðu limirnir søgur, yrkingar, skemt o.a.

 

Í fimtiárunum datt virksemið í felagum niðurfyri. 

 

Miðskeiðis í sekstiárunum bleiv virksemið tikið uppaftur við fundum o.ø. Tann vælumtókta veitslan á Pálsmessu varð  uppafturtikin, og varð henda veitsla kallað fyri Súluveitslan. Dansistovan, sum var í ringum standi, bleiv umvæld. Felagið var nú virkið til fyrst í sjeytiárunum, tá tað aftur dovnaði burtur.

 

Í 1990 var enn ein roynd gjørd at fáa lív aftur í felagið, men har kom tíverri einki burtur úr.

 

Í  2005 tóku útisetar seg saman at fáa lív aftur í felagið, og var stovnandi aðalfundur tann 09. okt. Hetta sær út til at hava eydnast væl.

 

Felagið hevur nú yvir 100 limir. Felagið er farið í holt við at seta dansistovuna aftur í nýtiligan stand.

 

Tann 31. juli 2007 var aðalfundur í Mykinesi, har tað var einmælt samtykt at kalla felagið fyri Bygda- og Ungmannafelagið  Súlan.

 

Hetta var gjørt fyri at geva felagnum dám av eisini  at vera bygdarfelag, tí flestu limir eru, av góðum grundum, ikki fastbúgvandi í Mykinesi, men hava á ymiskan hátt tilknýti til bygdina, og eru góðir við oynna.


Í dag stendur so húsið liðugt umvælt til stóra gleði fyri bygarfólki.

Copyright @ All Rights Reserved